VESTMANNA KOMMUNA
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
23. januar 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Á dagstovnaøkinum i Vestmanna hava vit heimsins bestu starvsfelagar, har tað er høgt til lofta og vítt til veggja.

Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til okkara serstaka stovnsøkið at arbeiða 35-40 tímar um vikuna i føstum starvi, at byrja 1. februar 2023, ella skjótast gjørligt aftaná.

  • Hevur tú hug at vera partur av leiðsluni, har áhugi, nærvera, gleði og yrkisførleiki verða høgt raðfest?
  • Vilt tú vera við til at seta kós og skapa eina mentan, har tað framhaldandi er brúk fyri at menna áhugavert spæli- og læringsumhvørvi

Sum varaleiðari hevur tú 5-10 fastar tímar um vikuna til fyrisitingarligt arbeiði, restina av tíðini ert tú partur av starvsfólkahópinum í arbeiðinum við okkara virðismiklu børnum.

Varaleiðarin traðkar til í leiðarans stað, tá leiðarin er burturstaddur.

Um okkum:
Dagstovnaøkið í Vestmanna er í trimum deildum:

Gjáarlon liggur ovarlaga í Vestmanna, í náttúruvøkum umhvørvi við stutt til haga, fjøru og viðarlund. Her hava 86 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru 5 stovur, 2 vøggustovur (Fossurin og Hylurin) og 3 barnagarðsstovur (Veitin, Áin og Keldan). Í løtuni arbeiða 25 eldhugaðir starvsfelagar í Gjáarlon, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Beint omanfyri liggur Látipípan, her hava 25 tey elstu barnsgarðsbørnini sína dagligu gongd, saman við 5 eldhugaðum starvsfeløgum. Í Látipípuni eru tey nógv úti, nógvar túrar út av húsinum, til dømis til fimleikahøll og svimjihøll.

Aftaná páskafrítíðina fara børnini at flyta oman í frítíðarstovuna.

Frítíðarstovan liggur í egnum hølum undir læknamiðstøðini. Í løtuni arbeiða 7 eldhugaðir starvsfelagar í frítíðarstovuni, sum allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Í frítíðarstovuni ganga 51 børn úr 1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar.

Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavning. Vit leggja dent á gott foreldra-samstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar.

Fyri okkum er tað altavgerandi, at børnini kenna seg sum tey týdningarmestu í verðini. Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til fimleikahøll, ítróttarhøll og svimjihøll, og vit eru nógv útí í náttúruni.

Í mars 2022 fóru vit i hólt við at gerast eitt góðkent ítróttardagstovnaøki sambært DIF (Danmarks Idrætsforbund) og VIA University College í Århus, ein góðkenning, har faklig menning innan ítróttarnámsfrøði er í miðdeplinum, og høvuðstættirnir eru ítróttur, spæl og rørsla. og verða vit liðug á vári 2023.

Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6.45 og 17.15.

Vit vænta:
At tú eins og vit ert álítandi, ágrýtin, kreativ/ur, fyrikomandi og kanst arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur. Tú hevur ein hollan fakligan kunnleika, sum tú nýtir saman við børnunum og tínum starvsfeløgum.

Eisini vænta vit, at tú:

  • Hevur áhugað fyri leiðslu.
  • Ert trúgv/ur samstarvspartnari við leiðaran.
  • Ert sjálvstøðug/ur, hevur gott yvirlit og kanst taka avgerðir.
  • Ert íverksetandi og hevur hug og evni at vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi.
  • Hevur góðar telduførleikar.
  • Ert smidlig/ur í mun til arbeiðsuppgávur og møguligum broytingum í starvinum.
  • Kanst taka tær av umsitingarligum uppgávum eftir avtalu við leiðaran.
  • Leggur dent á arbeiði við sosialum førleikum og sambondum.
  • Dámar at arbeiða við børnum, og dámar tað góða spælið og rørslu.
  • Gongur á odda og ert ein fyrimynd fyri starvsfelagar og børnini í arbeiðnum við pedagogiskum ítrótti.
  • Kanst fyrireika, fara undir og eftirmeta verkætlanir/aktivitetir við børnunum.
  • Tú sært møguleikar, ert nýhugsandi og hevur ein jaligan hugburð.

Ítøkiligar fyrisitingarligar uppgávur:

  • Umsita arbeiðstímarnar hjá starvsfólkunum umvegis Nema tíð, tó uttan at leggja arbeiðsætlan.
  • Umsita Intra skipanina og standa fyri upplæring av starvsfólki.

Tað er ein fyrimunur, at tú:

  • Dámar at arbeiða við útilívi og náttúruni
  • Hevur royndir við pedagogiskum ítrótti

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo

Umsókn:
Umsókn, saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum, verður at senda til starv@vestmanna.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 18. januar 2023, kl. 12.00

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið