EIÐIS KOMMUNA
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
7. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tú kanst byrja í starvinum 1. mars ella skjótast gjørligt. Talan er um at arbeiða áleið 30 tímar um vikuna, umframt 3 fyrireikingartímar. Møguleiki er at leggja til rættis fyrireikingarbeiðið á stovninum ella heima. Starv er eitt nú á stovu við 15 børnum í aldrinum 3-5 ár. Ynskir tú at arbeiða fulla tíð, ella niðursetta tíð er hetta ein eisini ein møguleiki.

Møguleikarnir at spæla og at hava tað stuttligt á Eiði eru framúr góðir. Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur so sum haga, vatn, fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin. Vit hava tvær
vøggustovur, tvær barnagarðsstovur, frítíðarskúla og ungdómshús, og eitt dugnaligt, vælvirkandi og eldhugað starvsfólkatoymi. Í námsfrøðiliga toyminum eru 8 námsfrøðingar.

Vit hava góða tíð til fyrireiking og eftirmeting og til sparring og supervisjón, umframt tíð til annað arbeiði.
Sostatt hava vit góðar karmar til at útinna eitt dygdargott námsfrøðiligt arbeiði. Hevur tú áhuga í at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan starvsfólkatrivnað, og ikki minst at hava tað stuttligt saman við okkum, so gleða vit okkum til at fáa teg við í starvsfólkatoymið.

Kundi tú hugsað tær at hitt leiðaran ella okkurt annað starvsfólk fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú tekur støðu til at søkja, so ring ella send sms á tlf. 740410, ella send okkum ein teldupost á
korndalsgarður@eidi.fo 

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv. Løn sambært sáttmála millum Kommunala
arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.

Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær, áðrenn 7. februar kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til korndalsgardur@eidi.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið