Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
19. april 2024
Útgongur
3. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir yvirportøri til farloyvisstarv í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsí í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2024 til og við 30. juni 2025.

Sjúkraflutningstænastan
Ein av høvuðsuppgávunum er at veita bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Uppgávan fevnir eisini um flutning av sjúkum og skaddum fólki og fólki, ið eru rørslutarnað. Harumframt hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum.

Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni fevnir um Suðuroy. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 ambulansar og ein átaksbil, og er túratalið umleið 1100 patienttúrar árliga.

Ábyrgd og uppgávur

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • bráðfeingistilbúgving sum umfatar viðgerð og flutning í sjúkrabili smb. kunngerð nr. 9 frá 19. februar 2010 um skipan av sjúkraflutningstænastuni
  • ábyrgd av tænastuni og at menna økið
  • ábyrgd av fakligu menningini av ambulansastarvsfólkunum
  • ábyrgd av dagliga rakstrinum av deildini og at gera arbeiðsætlan
  • at slóða fyri góðum samstarvi í Sjúkrahúsverkinum
  • at slóða fyri góðum samstarvi við liðlæknan
  • at vera partur av útbúgvingartoyminum innan Sjúkraflutningstænastuna
  • at vera partur av vaktarskipanini og dagliga arbeiðinum í Sjúkraflutningstænastuni.

 

Yvirportørurin vísir til sjúkrahússtjóran á Suðuroyar Sjúkrahús eins og fakliga til liðlæknan.

Yvirportørurin er partur av leiðslubólkinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, umframt partur av einum toymi á trimum leiðarum, ið saman hava ábyrgd fyri sjúkraflutningstænastuni í Føroyum. Møguleiki er tí fyri sparring og vitanardeiling við tínar starvsfelagar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og í Sjúkrahúsverkinum.

Um teg
Vit vænta, at tú:

  • ert útbúgvin ambulansuviðgeri
  • og hevur havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
  • hevur koyrikort til C ella D
  • hevur góðan fysik og heilsu
  • ert álítandi
  • trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og við stórari ábyrgd
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni á øllum fyriskipanarstigum
  • hevur reina revsiváttan
  • hevur góðan telduførleika
  • royndir og/ella útbúgving innan leiðslu kunnu vera ein fyrimunur.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við einum gerandisdegi við fjølbroyttum uppgávum og nógvum sambandi við onnur menniskju. Dentur er tískil á fakligari menning og at tryggja eitt gott fysiskt og sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Yvirorðnað bjóða vit eitt arbeiðspláss við:

  • sálvstøðugum arbeiðsuppgávum og sparring við samstarvsfelagar
  • góðum og skipaðum umhvørvi
  • fakliga skikkaðum og virknum starvsfelagum
  • tvørfakligum samstarvi
  • við dynamikki og fjølbroyttum avbjóðingum
  • skipaðari innleiðslu.

 

Løn
Løn og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 343300 ella umvegis teldupost gunnbjorg@ssh.fo.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@ssh.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. mai 2024. Tey, ið verða boðin til samrøðu, verða biðin um hava læknaváttan og revsiváttan við.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið