BAKKAFROST søkir Maskinfólk til virkið á Glyvrum

BAKKAFROST
Útgivið
7. december 2018
Staður
Denmark
Starvsstaður
Samskifti
brho@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Sum Maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi
arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu
virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið
marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Sum Maskinfólk verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tekniskum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og umstillingar av maskinum
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Starvsstaðurin er á Glyvrum. Vit arbeiða í vaktum og tú verður partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd
Vit søkja Maskinfólk við viðkomandi tekniskari útbúgving sum t.d. maskinsmiður, elektrikari ella
líknandi.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Vit leggja stóran dent á
gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum. Vit
vænta, at tú hevur koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera
ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins
bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd.
Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi,
og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Brian T. Højgaard,
tekniskur leiðari, á tel. 23 52 20 ella við t-posti til brho@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-posti til
hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er 30. desember 2018. Starvið verður sett tá skikkað umsókn er komin.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og
laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í
Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.
Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy.
Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv