Journalleiðari til Mentamálaráðið

Mentamálaráðið
Útgivið
9. maj 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
mmr@mmr.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Starvið

Eitt áhugavert starv sum journalleiðari er leyst at søkja í Mentamálaráðnum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum fevnir um journal og fyrifallandi skrivstovuuppgávur. Starvið verður at seta skjótast til ber.

 

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Journal og arkiv
  • Umsita virkisøki, sum verða løgd til journalleiðaran
  • Fyrifallandi skrivstovuuppgávur
  • Rættlestur
  • Aðrar uppgávur

 

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari hevur:

  • Skrivstovuútbúgving, miðnámsprógv ella annað, ið kann javnmetast við hesi Royndir við journalarbeiði
  • Royndir í skrivstovuyrkinum
  • Góðan kunnleika at nýta edv, eitt nú 360
  • Góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
  • Góð samstarvsevni
  • Duga at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti

Vit bjóða
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan
undirvísing og mentan.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í
lønarflokki 4.

Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um Mentamálaráðið og allar deildir/stovnar tess.

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

Ella sum teldupost til mmr@mmr.fo

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2019.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, tlf. 555010.