Útgivið
22. august 2022
Útgongur
4. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

At umsøkjarin hevur kranaloyvi D og royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið og við at koyra entreprenørmaskinur, eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Roknast kann við at ávísar arbeiðsuppgávur kunnu vera kring alt landið, tó verður tín fasti arbeiðsstaður á maskinmiðstøðini í Kollafirði.

Í sambandi við vetrarhaldið byrjar arbeiðsdagurin kl. 05:00 á morgni á Streymoynni. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum umvegis heimasíðu okkara og verða okkum í hendi í seinasta lagi 4. septembur 2022.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, økisleiðara, á tlf. 290 887 ella við t-posti til mool@lv.fo.

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið