Almannaverkið
Lýsing
Fært tú prógv sum námsfrøðingur í summar? Ella hugsar tú um broytingar í tínum arbeiðslívi? So ert tú vælkomin at søkja starv í Sambýlinum Eirargarður 16B í Havn.
Í sambandi við økt virksemi í sambýlinum leitar Almannaverkið eftir trimum starvsfólkum við góðum samskiftishegni at arbeiða á sambýlinum á Eirargarði, sum er fyri ung fólk við autismu og ella øðrum menningartarni.