Lýsing
Varaverkmeistari til Sundsverkið
Vit leita eftir nýggjum varaverkmeistara til Sundsverkið, tí varaverkmeistarin hevur tikið við sum verkmeistari.
Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og tryggjar streymveitingina, tá ið varandi orkukeldur ikki einsamallar strekkja til.
Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW.
Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Starvið
Varaverkmeistarin hevur leiðsluábyrgd, og vit vænta, at tú gongur á odda og hevur ein savnandi leiklut, við denti á starvsfólkatrivnað.
Starvið sum varaverkmeistari inniber, at tú:
- Umsitur vaktarskipanina
- Hevur ábyrgd av innkeypi
- Hevur ábyrgd av goymsluni
- Hevur leiðsluna á verkstaðnum
- Hevur ábyrgd av viðlíkahaldsskipanini
- Samskipar viðlíkahaldið saman við leiðsluni á verkinum
- Harumframt loysir aðrar uppgávur
Tú
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi leiðsluroyndir ella hevur evni sum leiðari
- Dugir væl við fólki
- Hevur ein mennandi, savnandi og kveikjandi leiðsluhátt
- Hevur útbúgving sum maskinmeistari og royndir á motorriknum elverki
- Ert skipað/ur og dugir væl at leggja arbeiðið til rættis
- Hevur royndir við háspenningi
- Hevur royndir við HTU-arbeiði, herundir ISO 14001 og ISO 45001
- Kennir til viðlíkahaldsskipanir
- Dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli í skrift og talu
- Dugir væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar, veitarar og viðskiftafólk
Neyðugt er við koyrikorti.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran á Sundsverkinum.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og starvið er lønt í lønarflokki 35.1 eftir lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðun Matras, verkmeistara, á telefon 286914.
Umsóknarfreistin er 5. juni 2026.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á:
starv@sev.fo
Viðmerk: varaverkmeistari – Sundsverkið
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.