Lýsing
Lærari til Kaldbaks skúla og forskúla
Hetta starvið verður lýst leyst at søkja frá 1. august 2026 í Kaldbaks skúla.
- Starv sum lærari í skúla og forskúla, tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/27. Brotini eru deild á 0,625 í skúla og 0,375 í forskúla; starvið er tískil fulla tíð.
Um skúlan
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru.
Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 22 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eru innskrivaði í forskúlan.
Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30.
Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi.
Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini.
Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til starvið verður væntað
Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.
Starvið í skúlanum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Setanin í forskúlanum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og KAF.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. juni 2026 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til:
Magnus í Króki, skúlastjóri
magnus.kroki@skulin.fo
Viðmerk: „starv“
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.