Kaldbaks skúla
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
7. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Námsfrøðingur til Kaldbaks skúla og forskúla

Hetta starvið verður lýst leyst at søkja frá 1. august 2026 í Kaldbaks skúla.

  • Starv sum námsfrøðingur í skúla og forskúla, tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/27. Setanarbrotið liggur millum 0,72 og 0,82. Endaliga setanarbrotið verður ásett 1. septembur 2026.

Um skúlan

Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru.

Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 22 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eru innskrivaði í forskúlan.

Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30.

Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.

Hvør ert tú?

Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi.

Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini.

Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.

Starvið í skúlanum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, meðan setanarparturin í forskúlanum verður løntur sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. juni 2026 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til:
Magnus í Króki, skúlastjóra
magnus.kroki@skulin.fo
Viðmerk: „starv“

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið