Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

  • 2 tíðaravmarkað størv í skúlanum á 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2026.
    Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum í gerandisdegnum. Annað starvið er í innskúlingini og hitt í miðdeildini.
  • 1 tíðaravmarkað starv í Sertoyminum á 1496 árstímar (lønarbrot 0,85). Endaliga tímatalið og setanin verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2026. Í sjálvstýrandi toymi er uppgávan at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum. Undirvíst verður út frá einstaklingalæruætlanum.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • duga væl at samstarva og samskifta
  • eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
  • tola tillagingar í starvinum
  • eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir

  • Setanarøkið er skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
  • Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
  • Námsfrøðiligu størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
  • Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
  • Námsfrøðingar í Sertoyminum eru løntir í lønarflokki 13-24.
  • Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 2-8.
  • Hjálparfólk í Sertoyminum eru lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf.
217331 ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið