Fjálgt og Fjákut / Experience Faroe Islands
Útgivið
2. juni 2026
Útgongur
16. juni 2026
Staður
26 Klokkaragøta, Tórshavn 100, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
T-post
info@experiencefaroeislands.fo

Lýsing

Experience Faroe Islands søkir eftir einum fyrikomandi og væl skipaðum samskipara at byrja skjótast gjørligt og arbeiða fram til og við august/september 2026 — alt eftir hvat passar hjá viðkomandi.

Tú verður partur av einum lítlum og fryntligum toymi, sum arbeiðir við at geva ferðafólkum góðar, tryggar og væl skipaðar upplivingar í Føroyum.

Starvið snýr seg serliga um at samskipa útferðir, ferðafólk, ferðaleiðarar og samstarvspartar, umframt at svara fyrispurningum frá ferðafólkum og agentum. Ert tú væl skipað/ur og dugir at hava fleiri bóltar í luftini, er talan um gott hálva tíð. Tað er eisini møguligt at fara túrar sum ferðaleiðari, um tú hevur áhuga fyri tí.

Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • Samskipan av útferðum, ferðafólkum og ferðaleiðarum
  • Kundasamskifti og kundarøkt
  • At svara fyrispurningum frá ferðafólkum, agentum og samstarvspørtum
  • Dagføring av bókingum og praktiskari kunning
  • Møguliga at virka sum ferðaleiðari á útferðum, um áhugi og førleikar eru til tað

Tínir førleikar:

  • Tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta
  • Tú ert sjálvbjargin, álítandi og væl skipað/ur í tínum arbeiði
  • Tú dugir at hava yvirlit, eisini tá nógv er at gera
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði
  • Tú dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum, bæði skrivliga og munnliga
  • Tú hevur áhuga fyri ferðavinnu, náttúru og góðum upplivingum
  • Royndir innan kundatænastu, ferðavinnu, samskipan ella líknandi eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt summarstarv í ferðavinnuni
  • Ein smidligan arbeiðsdag, sum í stóran mun kann leggjast til rættis eftir tínum tørvi
  • Møguleika at arbeiða við ferðafólkum úr nógvum ymiskum londum
  • Eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika at fara útferðir sum ferðaleiðari
  • Løn eftir avtalu

Starvið er áleið hálva tíð, men arbeiðstíðin kann skifta nakað eftir tørvi og virksemi. Byrjað verður skjótast gjørligt.

Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. juni 2026, og skulu sendast til info@experiencefaroeislands.fo.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Bartal Kamban á tlf. 508275.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið