Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
11. juni 2026
Útgongur
6. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv

Lýsing

| Sambýlinum á Heygnum

Vit sóknast eftir:

  • Heilsurøktara á setanarbroti 0,8 frá 1. september 2026. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
  • Heilsuhjálpara á setanarbroti 0,75 frá 1. september 2026. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Sambýlið á Heygnum er í eini tilgongd, har arbeitt verður fyri, at virksemið á eindini verður skipað sum samdøgursrehabilitering og umlætting til heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.

Í løtuni eru fimm pláss til samdøgursrehabilitering, átta umlættingarpláss og tvey búpláss.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið fevnir um at veita dygdargóða røkt, stuðul og umsorgan til heimabúgvandi borgarar og búfólk. Arbeitt verður miðvíst og rehabiliterandi út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka borgaranum/búfólkinum, og at stuðla undir, at borgarin klárar seg sjálvur og kann vera heima sum longst.

Førleikakrøv

Starvið krevur útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari ella útbúgving sum heilsuhjálpari. Royndir innan rehabilitering og eldraøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur ein rehabiliterandi hugburð og tilgongd til arbeiðið
  • Hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, borgarar og avvarðandi
  • Megnar at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Hevur virkisfýsni og fleksibilitet
  • Er við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum
  • Góða innleiðslu og stuðul
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Arbeiðspláss við denti á nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði
  • Ókeypis atgongd til venjingarhølini "Ven og Virka" eftir ávísari skipan

Les meira um visjónina hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu her:

https://nbh.fo/nbh/

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Umsókn

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. 793410 ella teldupost:

solgerdv@nbh.fo

Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning v.m. skal sendast til:

nbh@nbh.fo

ella til:

Norðoya Bú- og Heimatænasta
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík

Umsóknarfreistin er 6. juli 2026 á middegi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið