Lunnar
Útgivið
15. juni 2026
Útgongur
29. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum royndum full-stack mennara, sum hevur hug at arbeiða við kompleksum og fjølbroyttum KT-loysnum.

Hjá Lunnum menna vit heimasíður, appir og serskipanir til kundar, har góðska og veruligt virði hava stóran týdning. Tú kemur at arbeiða við appum og serskipanum. Uppgávurnar eru ofta kompleksar, og tí tørvar okkum ein mennara við góðum skili fyri arkitekturi, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka skilagóðar tekniskar avgerðir.

Vit arbeiða í høvuðsheitinum við PHP, JavaScript og TypeScript, og tú skalt annaðhvørt duga hesar tøknir ella kunna læra tær skjótt.

Hjá okkum fært tú ábyrgd av heilum loysnum – frá fyrsta fundi til menning, avhending og viðlíkahaldi. Vit arbeiða sjálvstøðugt og í smærri toymum, har ábyrgd og gott samstarv ganga hond í hond.

Starvið er fulltíðarstarv, og arbeiðsstaðurin er í okkara nýggju hølum í Saltangará.

Vit vænta, at tú

  • Hevur fleiri ára royndir at menna og viðlíkahalda veruligar loysnir, sum onnur brúka
  • Dugir at arbeiða við kompleksum loysnum frá hugskoti til lidna loysn
  • Dugir ella skjótt kanst seta teg inn í PHP og TypeScript
  • Hevur royndir við webmenning og at implementera snið
  • Ert nærløgd/-ur, sjálvstøðug/-ur og hevur fakligt forvitni
  • Hevur dømi um kotu, verkætlanir ella loysnir, tú hevur arbeitt við

Vit vænta, at tú fylgir við í, hvussu vitlíki kann brúkast í menning, og at tú dugir at nýta vitlíkisamboð skilagott sum part av tínum arbeiði.
Vit seta ikki krav um ávísa útbúgving. Tað týdningarmesta er, at tú hevur gott handalag.

Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum toymi í góðum kørmum.

Tú fært møguleika at arbeiða við spennandi og avbjóðandi verkætlanum. Tú fært stóra ávirkan á loysnirnar, sum tú arbeiðir við, og møguleika at brúka tínar førleikar.
Vit bjóða eisini nýggj høli, gott arbeiðsumhvørvi, góðan mat, starvsfólkatúrar og góðar treytir.

Løn
Løn verður avtalað millum partarnar.
Vit eru tilreiðar at taka ímóti rætta viðkomandi beinanvegin.

Umsókn og samband
Send umsókn, CV og dømi um kotu ella verkætlanir til:

Signar Nielsen
Stjóri
sn@lunnar.fo
+298 234024

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Signar Nielsen.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið