Almannaverkið
Lýsing
Dreymsóljan er dagtilboð og frítíðarskúlapláss til børn við likamligum ella sálarligum breki, ið ikki kann vera á komunalum dagstovnið ella frítíðarskúla. Harafturat verður veitt skipað umlætting til heimabúgvandi børnum, í vikuskiftinum og yrkadagar.
Um størvini
- Eitt starv fulla tíð, tó er møguleiki fyri niðursettari tíð at seta skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
- Avloysarastarv í sambandi við feriur, sjúkrafráveru, avspáking og annað.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Vaktirnar eru skipaðar í dag-, kvøld-, náttar- og døgnvaktum. Starvsstaðurin er í Miðvági.