Almannaverkið
Útgivið
26. juni 2026
Útgongur
10. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt fast starv á 30 tímar um vikuna at byrja 01.09.2026. Arbeiðstíðirnar eru í vaktum gerandisdagar og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Klaksvík.

Arbeiðsuppgávur
Í sambýlinum búgva 12 fólk, ið hava hvør sína íbúð umframt atgongd til felags køk og stovu. Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim og at menna og/ella viðvíkahalda virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá teirra egnu fortreytum.

Endamálið er, at fólkini kunnu fáa møguleika at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Búfólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Arbeiðsuppgávurnar eru at virka fyri, at búfólkini fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Eisini er uppgávan at hjálpa teimum at gerast sjálvbjargin í egnari íbúð. Tú verður við í arbeiðinum at leggja til rættis námsfrøðiliga og heilsufakliga arbeiðið á sambýlinum.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið