Strandfaraskip Landsins
Útgivið
26. juni 2026
Útgongur
16. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Talsterkt fíggjarfólk

- Verð við til at binda Føroyar saman – við góðum fíggjarligum skili

Um starvið

Vit sóknast eftir talsterkum fólki til fíggjardeildina okkara. Dámar tær at arbeiða við tølum, greiningum og at hava góðan ordan í yvirlitinum. Vilt tú vera við til at lyfta okkara fíggjarliga arbeiði til eitt nýtt støði og taka ábyrgd fyri týdningarmiklum fíggjarmálum, so er tað tær vit leita eftir.

Strandfaraskip Landsins søkir eftir debitorbókhaldara til okkara fíggjarliga toymi, har tú kemur at arbeiða tætt saman við fíggjarleiðaranum, tveimum bókhaldarum og einum kontrollara.

Sum bókhaldari kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt, við møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag. Harumframt eru góðir møguleikar fyri egnari fakligari og persónligari menning. Tíni talgildu arbeiðsamboð eru m.a. Búskaparskipan Landsins og Business Central.

Høvuðsuppgávur sum fíggjarfólk eru at:

  • Avstemma kreditorar
  • Avstemma banka
  • Avgreiða rokningar
  • Greina hagtøl
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Formlig krøv

Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst, at tú hevur:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Royndir at arbeiða við bókhaldi
  • Royndir við nevndu talgildu skipanum
  • Góðar telduførleikar

Onnur viðkomandi krøv

Í hesum starvi er ynskiligt, at tú ert virkin, nýhugsandi og sinnað/ur til broytingar. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi og tænastusinnað/ur. Eisini er týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert effektiv/ur og stundislig/ur.

Setan, løn og umsókn

Talan er um eitt fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Starvið verður sett 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreistin er hósdagin 16. juli 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293021 ella á teldupost dad@ssl.fo.

Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).

Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið