FarLit
Útgivið
26. juni 2026
Útgongur
17. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Áhugavert og fjølbroytt starv sum bókmentaligur samskipari í FarLit er leyst at søkja. FarLit er staðsett á Bókamiðsøluni, sum er á Hjalla í Hoyvík.

Talan er um fast starv í ½ tíð. Starvið verður sett skjótast til ber, helst 1. september 2026.

FarLit varð stovnað í 2012, og fremsta uppgávan er at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Sum bókmentaligur samskipari verða uppgávur tínar áhugaverdar og fjølbroyttar. Tú skalt fyrireika fundir við altjóða bókaforløg á bókamessum, eitt nú í Frankfurt og Bologna, fáa til vega kunnandi tilfar um nýggjar føroyskar bókmentir í samstarvi við úrvalsnevnd, fáa tilfarið týtt og lagt út á heimasíðu.

Tú skalt eftirfylgjandi røkja sambandið við øll áhugað í samstarvi við føroysk forløg. Tú fert í samstarvi við stuðulsnevnd at umsita týðara- og útgávustuðul til útlendsk forløg.

Førleikakrøv

  • Tú mást vera sjálvstøðug/ur og duga at seta teg í samband við røttu fólkini og alsamt ganga nýggjar leiðir at føra FarLit út í heim.
  • Tú mást arbeiða strategiskt og miðvíst upp undir evstamark.
  • Tú skalt hava hollan kunnleika um føroyskar bókmentir og duga væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Kunnleiki til týskt er ein fyrimunur.
  • Tú skalt duga at røkja heimasíður og duga at brúka sosialar miðlar til vinnubrúk.
  • Tú skalt vera tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni.

Vit bjóða

Starvið er spennandi við nógvum samskifti við føroysk og útlendsk forløg, rithøvundar og fólk í serliga norðurlendsku mentanarstovnunum.
Tú skalt vera við á altjóða bókamessum og fundum við norðurlendskar samstarvsfelagsskapir.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

FarLit
Bókamiðsølan
Á Hjalla 7B
FO-100 Tórshavn

Ella við telduposti til: nielsjakup@bms.fo

Umsóknin skal vera FarLit í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. juli 2026.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Niels Jákup Thomsen, verkætlanarleiðara, á tlf. 235772 ella t-post nielsjakup@bms.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið