Lýsing
Kundi tú hugsað tær at roynt okkurt nýtt og øðrvísi? Í løtuni leita vit eftir einum vinnukundaráðgeva til okkara deild í Nuuk. Umframt eitt starv, sum er fakliga spennandi og avbjóðandi, fært tú eisini ein heilt serligan møguleika at sleppa at uppliva Grønland.
Vit reka bankavirksemi í Føroyum og í Grønlandi, og sostatt verður tú partur av eini lokalari deild í Grønlandi, men eisini einum stórum samtaki, sum fevnir um bæði londini. Starvið inniber tætt kundasamband og ráðgeving, men eisini samstarv við ymisk starvsfólk við ymiskari fakligari bakgrund og royndum í bæði Føroyum og Grønlandi.
Um starvið
Sum vinnukundaráðgevi fært tú ein fjølbroyttan gerandisdag við ábyrgd og ávirkan. Tú fært ábyrgd av tínum egna kundabólki og skalt ráðgeva hesum kundum um fígging, íløgur, pensjón og trygging umframt sparra við kundarnar um teirra ætlanir og møguleikar. Starvið inniber eisini, at tú mennir verandi kundasambond og hevur eyga fyri nýggjum kundasambondum.
Sum føroyingur í hesum starvinum er upplagt at brúka vitanina um og royndirnar úr føroyskum vinnulívi í ráðgevingini, samstundis sum tú fært innlit í, hvussu grønlendskt vinnulív og vinnugreinar eru samansett.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum
- hevur eina bankafakliga bakgrund ella viðkomandi bakgrund úr fíggjargeiranum
- hevur royndir við og/ella áhuga fyri at ráðgeva vinnukundum
- dugir at skapa og at varðveita góð kundasambond
- arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og dygdargott
- hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
- hevur góða ávirkan á bæði tað fakliga og sosiala á arbeiðsplássinum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í samfelagsviðurskifti og vinnulív í Grønlandi, men hetta er ikki eitt krav.
Um arbeiðsplássið
Á deildini í Grønlandi, sum kallast Bankivik, starvast 21 fólk, harav 5 á Vinnudeildini. Vit raðfesta fakliga menning og gott sosialt samanhald, bæði á einstøku deildunum men eisini í øllum samtakinum. Tónin er óformellur, og vit samstarva tætt og væl tvørtur um deildir.
Umframt eitt spennandi starv á einum arbeiðisplássi, har starvsfólkini trívast avbera væl, er hetta eisini ein heilt serstakur møguleiki - tú sleppur at uppliva Grønland, eina stórfingna náttúru, eina øðrvísi mentan og eitt vinnulív, sum er í menning.
Vit bjóða kappingarføra løn og annars góðar starvsfólkatreytir, millum annað pensjón, tryggingar og bústaðarmøguleikar í Nuuk. Eisini eru vit smidlig í sambandi við møguligan tørv á ferðing millum londini.
Umsókn
Umsóknarfreist er mánadagin 20. juli, men vit hava samrøður, so hvørt sum vit fáa umsóknir.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johanne Nive Mikkelsen, sum er vinnustjóri á deildini. Skriva ella ring til hennara á jnm@bankivik.gl ella +299 55 69 16.
Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Rakul Svabo Róadóttir, HR-leiðara, á rsr@bankin.fo ella +298230670.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Søk starvið her.