Eysturkommuna
Útgivið
30. juni 2026
Útgongur
13. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at byrja 10. august 2026.

Starvið er 20 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi, og sum er tíðaravmarkað fram til 30. juni 2027.

Arbeiðsuppgávur
Í samráð við avvarðandi leiðarar at gera miðmála, innkeyp av húsarhaldsvørum, seta vøruna upp á pláss, gera innkeypslistar og matarætlan o.a í tí sambandi. Eisini er uppgávan hjá køksfólkinum at vaska klæðir o.a.

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Løn og setunarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 13. juli 2026.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Honnu E. Olsen, leiðara á tlf. 73 00 53.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið