Barnaverndartænastan í VEKS
Útgivið
30. juni 2026
Útgongur
21. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga, til barnsburðarfarloyvisstarv í fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð, frá 1. september 2026, ella skjótast til ber, til 1. august 2027.

Barnaverndartænastan í VEKS er samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur. Skrivstovan er á Oyrarbakka og vit eru fimm starvsfólk.

Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Førleikakrøv

  • Miðallanga viðkomandi útbúgving, so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur, lærari, o.l.
  • Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
  • Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur

Arbeiðsuppgávur

  • Málsviðgera barnaverndarmál
  • Hava samrøður við børn, foreldur og aðrar avvarðandi
  • Stuðla og ráðgeva børnum og familjum
  • Gera kanningar, meta um tørv á fyriskipanum og seta tær í verk
  • Fyrireika faklig tilmæli til barnaverndarnevndina
  • Samskipa tvørfakligt samstarv við viðkomandi samstarvspartar
  • Gera tilmæli til Føroya Kærustovn
  • Vera við í vaktarskipanini

Vit ímynda okkum, at tú

  • Arbeiðir ábyrgdarfult og sjálvstøðugt
  • Trívist í samstarvi við onnur og hevur góð samskiftisevni
  • Dugir at skapa álitisfull sambond við børn og familjur
  • Hevur góðar førleikar í skrift og talu
  • Dugir væl at skipa og varðveita yvirlit, eisini tá nógv er at gera

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við góðum starvsfelagum
  • Fakliga sparring og stuðul í gerandisdegnum
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • Supervisión

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka. Nakað av koyring má væntast í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 16. august 2026, og skal sendast við telduposti til: bvt@sunda.fo

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í VEKS, á telefon 297201 ella á telduposti karinj@sunda.fo.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið