Lýsing
Listasavn Føroya søkir eftir einum samskiftisfólki at starvast hálva tíð.
Dámar tær at miðla list, mentan og upplivingar? Dugir tú væl at skriva, skipa kunning og skapa sjónligt og viðkomandi innihald á talgildum pallum? Hevur tú royndir við sosialum miðlum, tíðindatilfari og heimasíðum? So ert tú møguliga okkara nýggja samskiftisfólk.
Arbeiðsuppgávur:
Sum samskiftisfólk verður tú við til at tryggja, at virksemið hjá Listasavni Føroya er sjónligt, væl miðlað og lætt at finna hjá gestum, miðlum og samstarvsfeløgum. Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:
- At standa fyri samskifti og marknaðarføring á Listasavninum, at røkta og dagføra talgildu pallarnar hjá Listasavninum og at samskipa innihald tvørtur um pallar.
- At hava ábyrgd av heimasíðu umframt at styrkja sjónligheitina á netinum, millum annað við SEO
- Vera við til at hugskotsmenna og samskipa sosialar miðlar hjá savninum
- Menna tilfar og samskifta við miðlar, skúlar og ferðavinnu.
- Fylgja við hagtølum og brúka tey til at menna samskiftið
- Vera akkersfólk á tiltøkum í sambandi við serframsýningar og líknandi og marknaðarføra tiltøk á savninum
- At journalisera og savna greinar, myndir, ummæli og annað tilfar um savnið, framsýningar og tiltøk
- Røkja og dagføra myndabankan hjá savninum umframt myndaviðgerð.
Vit vænta:
Vit vænta, at tú:
- hevur royndir við samskifti, miðlan, sosialum miðlum ella líknandi arbeiði
- hevur áhuga fyri list og dugir at finna tær góðu søgurnar
- dugir væl at skriva greiðan og fangandi tekst á góðum føroyskum
- hevur gott eyga fyri myndum og dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum
- arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og hevur góð samstarvsevni
- hevur hug at menna hugskot og seta tey í verk
- trívist í einum livandi arbeiðsumhvørvi við skiftandi uppgávum
- altíð tekur ímóti gestum á Listasavninum við einum smíli
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt spennandi hálvtíðarstarv á einum savni í stórari menning. Tú verður partur av einum lítlum og eldhugaðum starvsfólkahópi, har gerandisdagurin er fjølbroyttur, og tað er stutt frá hugskoti til handling.
Starvið kann í ávísan mun lagast eftir førleikum og áhugamálum hjá tí, sum verður sett/ur.
Talan er um fast starv, hálva tíð. Løn verður sambært galdandi sáttmála og førleikum. Arbeiðstíðin er vanliga mánadag til fríggjadag millum kl. 9.00-16.30, men kvøld- og vikuskiftisarbeiði kemur fyri, tá tiltøk eru á skrá.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Solveig Hanusardóttur Olsen, stjóra á Listasavni Føroya, á telefon 21 42 82 ella solveig@art.fo.
Umsókn og viðkomandi prógv skulu sendast til solveig@art.fo í seinasta lagi kl. 12:00, á døgurða, mikudagin 5. august 2026.
Eftir ætlan vera starvssamrøður í viku 33. Starvsbyrjan er 1. september 2026 ella skjótast gjørligt eftir hetta.
Tú kanst lesa meira um Listasavn Føroya her: www.art.fo