Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum starvsfólkum og tveimum avloysarum til Verkhúsið Stíggjur í Saltangará.
Stíggjur er eitt verk- og virknishús, har vit í einum vælskipaðum námsfrøðiligum umhvørvi virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum.
Um størvini
- Eitt starv 37 tímar um vikuna at seta 01.10.2026 ella skjótast gjørligt
- Eitt starv 40 tímar um vikuna at seta 01.10.2026 ella skjótast gjørligt
- Tvey avloysarastørv, har arbeitt verður sum avloysari í sambandi feriu, avspáking, sjúku o.a. hjá teimum føstu starvsfólkunum
Fyri øll størvini er galdandi, at arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.
Sí lýsing og søk starvið her