P/F Kjøtbúðin
Útgivið
6. juli 2026
Útgongur
20. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú fyrikomandi og røkin, hevur hug til praktiskt arbeiði og skil fyri, hvussu týdningarmikið
reinføri er, tá arbeitt verður við matvørum? So ert tú kanska júst tann, vit leita eftir.

Vit søkja eftir einum framleiðslufólki til Kjøtbúðina. Arbeiðið fevnir fyrst og fremst um framleiðslu
og pakking av rullupylsum.

Vit vænta, at tú:

  • Leggur dent á reinføri og fylgir reinførisreglum
  • trívist við praktiskum og kropsliga krevjandi arbeiði
  • ert álítandi og røkin
  • dugir væl at samstarva

Vit søkja eftir einum starvsfólki at arbeiða umleið 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjdag, millum kl 8.00 – 16.00.
Kjøtbúðin heldur til á Hoyvíksvegnum 74, Tórshavn, saman við PM Heilsølu.

Starvið er tímalønt og lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn á teldupost: starv@pm.fo.
Ætlanin er, at byrja skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Leonu Ellefsen, HR-leiðara á tlf 764625, ella mail leona@pm.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið