P/F Poul Michelsen
Útgivið
18. september 2026
Útgongur
1. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum álítandi og arbeiðssamum formanni til útkoyringina í fulltíðarstarv.

Tú verður partur av okkara toymi og fært ábyrgd av at samskipa alla koyringina og tryggja, at útkoyringin verður skipað og framd trygt og professionelt.

Vit vænta, at tú

  • hevur koyrikort til kategori C (krav)
  • hevur góð evni at skipa og samskipa arbeiðið
  • ert álítandi, røkin og tænastusinnað/-ur
  • kanst leiða arbeiðið og taka ábyrgd
  • hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
  • hevur royndir innan flutning ella útkoyring, tó er hetta ikki eitt krav

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv
  • góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
  • vit leggja dent á trivnað og felagsskap
  • løn sambært avtalu

Kunning

Starvið er fulltíðarstarv. PM Heilsøla heldur til á Hoyvíksvegi 74, 100 Tórshavn.

Setanarviðurskifti sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, goymslu- og flutningsleiðara, á tlf. 76468.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, kanst tú senda umsókn og CV á teldupost: starv@pm.fo.

Starvið verður sett skjótast til ber. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið