Lýsing
Vit leita eftir einum álítandi og arbeiðssamum formanni til útkoyringina í fulltíðarstarv.
Tú verður partur av okkara toymi og fært ábyrgd av at samskipa alla koyringina og tryggja, at útkoyringin verður skipað og framd trygt og professionelt.
Vit vænta, at tú
- hevur koyrikort til kategori C (krav)
- hevur góð evni at skipa og samskipa arbeiðið
- ert álítandi, røkin og tænastusinnað/-ur
- kanst leiða arbeiðið og taka ábyrgd
- hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
- hevur royndir innan flutning ella útkoyring, tó er hetta ikki eitt krav
Vit bjóða
- eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv
- góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
- vit leggja dent á trivnað og felagsskap
- løn sambært avtalu
Kunning
Starvið er fulltíðarstarv. PM Heilsøla heldur til á Hoyvíksvegi 74, 100 Tórshavn.
Setanarviðurskifti sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, goymslu- og flutningsleiðara, á tlf. 76468.
Um hetta hevur vakt tín áhuga, kanst tú senda umsókn og CV á teldupost: starv@pm.fo.
Starvið verður sett skjótast til ber. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.