P/F Poul Michelsen
Lýsing
Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við koyrikorti til kategori C til fulltíðarstarv.
Starvið fevnir um koyring, flutning og handfaring av vørum um alt Føroyar. Tú verður partur av okkara toymi og hevur ábyrgd av, at arbeiðið verður gjørt trygt og professionelt.
Vit vænta, at tú:
- hevur koyrikort til kategori C (krav)
- trívist væl við at møta tíðliga til arbeiðis
- ert álítandi, røkin og tænastusinnað/-ur
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
- hevur royndir innan flutning, tó er hetta ikki eitt krav
Vit bjóða:
- eitt spennandi og fjølbroytt starv
- góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
- løn sambært avtalu og royndum
- ein arbeiðsstað, har trivnaður og gott samstarv verða høgt raðfest
Kunning
Send umsókn og CV á teldupost: starv@pm.fo.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, goymslu- og flutningsleiðara, á tlf. 764684.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.