Lýsing
Vilt tú vera við til at tryggja djóraheilsu og djóravælferð?
Vit leita eftir tveimum ágrýtnum og fakliga sterkum djóralæknum til størv á Veterinerdeildini. Størvini eru fjølbroytt og geva møguleika at arbeiða við djóraheilsu og djóravælferð í alivinnuni og djórahaldi á landi.
Arbeiðsstaðurin er á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í Havn, men eftirlitsvitjanir eru bæði á sjógvi og landi kring alt landið.
Um starvið
Sum embætisdjóralækni verður tú partur av einum dugnaligum fakligum umhvørvi á Veterinerdeildini. Arbeiðið fevnir um:
- Eftirlit, sjúkuyvirvøku og sýnistøku í alivinnuni
- Meting av djóravælferðarmálum
- Arbeiði við innflutningi og útflutningi av livandi djórum
- Samskifti við vinnuna og aðrar myndugleikar í Føroyum og altjóða
- Málsviðgerð og fyrisiting sambært galdandi lóggávu
Starvið fevnir um regluligar eftirlitsvitjanir kring landið, bæði á alibrúkum og í øðrum djórahaldum.
Vit leita eftir tær, sum
- Hevur útbúgving sum djóralækni, ella væntar at verða liðug/ur innan stutta tíð
- Dugir væl at samskifta á føroyskum ella einum skandinaviskum máli
- Dugir at samskifta á enskum
- Hevur koyrikort
Harumframt ert tú fakliga forvitin og vísir initiativ, og ert dugnalig/ur at samskifta greitt og týðiliga, bæði munnliga og skrivliga.
Vit bjóða
- Eitt spennandi og samfelagsliga týdningarmikið starv
- Møguleika at arbeiða við vinnuliga framkomnari alivinnu
- Vera við til at menna arbeiði við djóraheilsu og djóravælferð á landi
- Eitt sterkt fakligt umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
- Góðan stuðul frá royndum starvsfólkum
- Eitt arbeiðspláss sum er merkt av samstarvi, áliti og fakligari dygd
Um Veterinerdeildina
Høvuðsuppgávan hjá Veterinerdeildini er at tryggja góða djóra- og fiskavælferð og at fyribyrgja og handfara djórasjúkur.
Á deildini starvast níggju starvsfólk. Á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru tilsamans seks djóralæknar, sum samstarva tvørtur um deildir.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er ein fjølbroyttur og fakliga sterkur stovnur við umleið 50 starvsfólkum, sum arbeiða innan djóraheilsu, djóravælferð, matvørutrydg og gransking.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv og eitt starv fyri djóralækna í barnsburðarfarloyvi (eitt ár). Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Løggildir djóralæknar fáa harumframt lønarviðbót og vaktargjald eftir galdandi reglum.
Bæði størv vera sett frá 1. januar 2027 ella eftir avtalu.
Umsókn
Umsókn við grundgeving, lívsrensli, prógvum, møguligum viðmælum og tilvísingum skal sendast til: hfs@hfs.fo, í seinasta lagi hin 2. november 2026.
Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Veterinerdeildini tlf. 556400, ella við t-posti til jpf@hfs.fo