MEST
Útgivið
15. oktober 2026
Útgongur
9. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv
T-post
djs@mest.fo
Heimasíða

Lýsing

Vit leita eftir einum royndum verkætlanarleiðara, ið kann taka sjálvstøðuga ábyrgd av verkætlanum innan skip, alivinnu og vinnu á landi.

Tú verður ein týðandi partur av okkara virksemi og fært ábyrgd av verkætlanum frá fyrireiking og tilboðsgerð til endaliga avhending. Starvið krevur, at tú hevur ítøkiligar royndir við verkætlanarleiðslu.

Tú fært ábyrgdina av

  • at leiða og samskipa verkætlanir frá byrjan til enda
  • at gera tilboð, tíðarætlanir og kostnaðarmetingar
  • at tryggja framgongd, góðsku og fíggjarliga stýring
  • at hava greitt samskifti við kundar og aðrar áhugapartar
  • at samskipa arbeiðið hjá teimum fakbólkum, sum eru knýttir at verkætlanini
  • at handfara broytingar og avbjóðingar og avhenda lidnar verkætlanir

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú hevur:

  • royndir við verkætlanarleiðslu ella øðrum samsvarandi ábyrgdarøki
  • hóskandi tekniska, akademiska ella aðra viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir
  • góð evni at skipa, raðfesta og varðveita yvirlitið
  • góð samstarvs- og samskiftisevni

Tú arbeiðir skipað, tekur ábyrgd og finnur loysnir í samstarvi við onnur. Tú dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum og hevur góðar KT-førleikar.

Kunnleiki til skip, skipsútgerð, framleiðslu, tekniskar verkætlanir og viðkomandi regluverk er ein fyrimunur.

Vit bjóða tær

  • eitt fjølbroytt starv við ábyrgd av spennandi verkætlanum
  • góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • løn og setanartreytir eftir avtalu

Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber.

Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála, men verkætlanarleiðarin kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru.

Ynskir tú meira at vita um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup í Soylu, Rakstrarleiðara á tel 791231 ella á teldupost: djs@mest.fo

Umsókn
Freistin at søkja starvi er 08. november 2026. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal sendast inn umvegis leinkjuna niðanfyri.

Les meira og søk starvið her: https://mest.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/117

Vit eru MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið