Lýsing
Dámar tær at arbeiða tætt at menniskjum og skapa tryggleika, nærveru og fakliga dygd í gerandisdegnum hjá eldri borgarum?
Økistænastuni í Sandoyar sýslu leitar eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum, sum vilja vera partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, samstarv og smidleiki ganga hond í hond.
Her fært tú møguleika at arbeiða bæði í heimatænastu og á røktarheimum, har tú fylgir borgaranum tvørtur um tænastur og ert við til at tryggja eina samskipaða heildartænastu til borgararnar í sýsluni.
Um Økistænastuna
Økistænastan í Sandoyar sýslu er ein samantvinnað eind, har vit arbeiða tvørtur um heimarøkt og stovnar. Vit veita heimasjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar og sjúkrarøkt til búfólk á okkara trimum røktarheimum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.
Vit eru í støðugari menning og útbyggja heimatænastuna, so sjúkrarøkt eisini verður veitt um kvøldi til bæði heimabúgvandi borgarar og búfólk á stovnunum.
Vit søkja
Tveir sjúkrarøktarfrøðingar í starvsbrøki 0,8 frá 1. desember 2026.
Arbeiðstíðin er skiftandi dag- og kvøldvaktir og arbeiði er 4. hvørt vikuskifti.
Vit ímynda okkum, at tú
- ert útbúgvin og góðkend/ur sjúkrarøktarfrøðingur
- hevur áhuga fyri arbeiði við eldri borgarum
- trívist við bæði sjálvstøðugum arbeiði og samstarvi
- megnar at raðfesta og taka ábyrgd
- ert jalig/ur, fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur koyrikort
Vit bjóða tær
- eitt arbeiðspláss við høgari fakligari dygd og mennandi arbeiðsuppgávum
- góða og trygg innleiðslu bæði í heimatænastuni og á stovni
- dugnaligar, hjálpsamar og ágrýtnar starvsfelagar
- møguleika at seta tín dám á framtíðar tænastur í Økistænastuni
- eitt starv, har tú veruliga gert mun fyri borgarar og avvarðandi hvønn dag
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira at vita?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðara, á telefon 793679 ella við telduposti ot@ot.fo.
Umsókn
Umsókn við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til ot@ot.fo.
Umsóknarfreistin er 29. oktober 2026 kl. 12 og setanarsamrøður vera 30. Oktober 2026.
Les meira um Økistænastuna á www.ot.fo.