P/F ArtiCon
Lýsing
Vit leita eftir einum royndum betongfólki, sum hevur hug at taka størri ábyrgd og vera partur av arbeiðsleiðsluni á byggiplássinum.
Hjá ArtiCon hava vit fleiri spennandi byggiverkætlanir fyri framman, og tí hava vit brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki við góðum kunnleika til forskalling, jarnbinding og stoyping.
Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, har tú bæði tekur lut í praktiska arbeiðinum og ert við til at leggja uppgávurnar til rættis. Saman við starvsfeløgunum syrgir tú fyri, at arbeiðið gongur væl og verður gjørt til ásetta tíð og við góðari dygd. Sí lýsing her