Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til barnsburðarfarloyvisstarv og einum starvsfólki at arbeiða sum avloysari í Sambýlinum á Húsadalsvegi í Sørvági.
Sambýlið hoyrir til eindina Bústaðir Sosialpsykiatri í Almannaverkinum og har búgva 5 fólk við ymiskum avbjóðingum.
Ynskir tú at vera við í einum mennandi miljøterapeutiskum arbeiði, so ert tú vælkomin at søkja starv.
Um starvið
Eitt barnsburðarfarloyvisstarv í arbeiðsbrøki 0,7 at byrja skjótast gjørligt og fram til 01.11.2027.
Arbeitt verður í dag-, kvøld-, og náttarvaktum, og arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.
Søkt verður eisini eftir avloysara, sum serliga kann arbeiða dagvaktir og millumvaktir kl. 08-16 og kl. 10-22.