Nánd-Heimatænastan
Lýsing
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Starvið er á ovaruu hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.
Ert tú sjúkrarøktarførðingur og dámar væl at gera mun í gerandisdegnum hjá búfólki, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.