• Tórshavn, Faroe Islands
  • 10. oktober 2020
  • sev.fo

Felagins lýsing

SEV er fólksins ogn.

Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga.

SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.

SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervisábyrgdina í Føroyum.

Føroyar eru avbyrgt oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa streym frá grannalondunum. Veitingarskyldan og kervisábyrgdin bera tískil við sær, at SEV 24 tímar um samdøgrið hevur ábyrgdina av at hava nóg mikið av tøkum mátti, so skipanin virkar til fulnar og kann lofta tekniskum brekum og framleiðslueindum, sum av einihvørjari orsøk steðga.

SEV er skipað sum lutafelag við partafelagslíknandi aðalfundi, nevnd og dagligari leiðslu.

Hvør limakommuna verður umboðað á aðalfundinum við eini fulltrú, og atkvøðurætturin samsvarar íbúgvaratalinum í kommununi. Tvs. at ein atkvøða er fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal.

Í nevndini sita sjey limir, ein úr hvørjum av hesum økjum: Norðoyggjum, Eysturoy, Sundalagnum/Norðstreymoy, Vágum, Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Hvørt øki sær velur ein nevndarlim og ein varalim. Nevndin skipar seg sjálv.

Stjórin hevur dagligu leiðsluna saman við trimum deildarstjórum.

Leys størv í SEV

Ongar starvslýsingar funni.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið