Lýsing
Lærarastørv á Skúlatrøð
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026:
Søkt verður eftir:
- 6 lærarum í føst størv
- 8 lærarum í tíðaravmarkað størv vegna farloyvir, lækkað tímatal og avlopstímar
- Skúlin hevur serliga tørv á lærarum við týðiligari relatiónsterkari floksleiðslu og sum vilja átaka sær flokslæraraleiklutin. Somuleiðis hevur skúlin tørv á lærarum, sum hava førleikar innan førleikastovuarbeiðið og sum kunnu undirvísa í dreingjaítrótti og sertilboði.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Vilja samstarva við starvsfólkum skúlans við at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta menning næminganna
- Sýna jaligan hugburð
- Tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
- Hava áræði til at taka ábyrgd
- Eru stundislig og nærløgd
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan.
Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2026 kl. 15.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til:
Ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202 ella við at senda teldupost til:
Komandi skúlaár ganga 770 næmingar í 1.–10. flokki á Skúlatrøð. 80 lærarar og 12 námsfrøðingar arbeiða í skúlanum.
Meiri kunning um skúlan sæst á: