Heilsufrøðiliga starvsstovan
Útgivið
2. november 2023
Útgongur
16. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum ella tveimum fólkum at gera reint á Heilsufrøðiligu starvsstovuni á Debesartrøð í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávurnar
Hølini eru kanningarstovur, skrivstovur, kantina, goymsla, vátrúm o.a., sum hoyrir einum slíkum bygningi til. Hølini skulu gerast rein eftir galdandi vaskiskráum.

Vaskast skal dagliga. Íroknað vaskiarbeiðið er bílegging av útgerð, sum verður nýtt til vaskingina.

Krøv til førleika
Royndir frá líknandi arbeiðsuppgávum eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Tíð og setanarviðurskifti
Arbeiðið er normerað til 5 tímar um dagin ella 25 tímar um vikuna. Hetta er um eitt vaskifólk verður sett. Verða tvey vaskifólk sett, er normeringin 2,5 tímar um dagin fyri hvørt fólkið ella 12,5 tímar um vikuna fyri hvørt fólkið.

Vit vænta at tann ið verður settur, kann skipa fyri avloysara.

Vaskingin eigur at fara fram eftir kl. 17 seinnapartin, tó skipað soleiðis, at hetta samsvarar við arbeiðið á stovninum. Møguleiki er fyri at reingerðarfólkið sjálvt kann leggja arbeiðið til rættis, innanfyri ávísar rammur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.lnd.fo.

Løn verður útgoldin útfrá nýttari arbeiðstíð sambært elektroniskari stempluskipan.

Umsóknir við avriti av møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 16. november 2023. Tilskilast skal, hvat av størvunum tú søkir, 5 tímar um dagin ella 2,5 tímar um dagin.

Umsóknin skal sendast til hfs@hfs.fo ella til Smyrilsveg 7, 2 hødd, FO 100 Tórshavn

Starvið verður at seta áleið hálvan desember 2023.

Annað
Vaskiarbeiðið er fysiskt krevjandi.

Eru tit 2 ið søkja, t.d. eitt par, er hetta ein fyrimunur.

Við setanina verður stórur dentur lagdur á at tú/tit eru støðug, skilt soleiðis at vit ynskja at seta fólk í starv, ið kunnu røkja starvið í langa tíð.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, tel. 55 64 00.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið