Advokatskrivstovan
Útgivið
6. november 2023
Útgongur
6. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum lærlingur hjá Advokatskrivstovuni fært tú eina skrivstovuútbúgving við sergrein sum advokatskrivari. Tú verður partur av virkseminum hjá Advokatskrivstovuni og í lærutíðini fert tú at arbeiða í tøttum samstarvi við advokatar og skrivarar hjá Advokatskrivstovuni.

Tú fært eina skrivstovuútbúgving, sum er ætlað starvinum sum advokatskrivari. Tú fert at arbeiða við at skriva brøv, gera skjøl í sambandi við fyrireiking av rættarmálum, arbeiða við innheinting av skuld umframt við øðrum uppgávum, sum eru vanligar á einari advokatskrivstovu.

Talan er um eitt ábyrgdarfult starv, sum krevur, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Tú skalt eisini vera áhugað/ur í at arbeiða í samstarvi við okkum hjá Advokatskrivstovuni fyri at veita okkara viðskiftafólki eina góða tænastu.

Útbúgvingin er skipað við lærutíð á skrivstovuni og skúlagond á advokatskrivaraskúla í Danmark.

Tað er eitt ynski, at tú hevur miðnámsútbúgving. Tað er eitt krav, at tú dugir væl at skriva føroyskt og danskt og ein fyrimunur, um tú ert stinn/stinnur í at skriva enskt eisini.

Ætlanin er at seta starvið skjótast gjørligt.

Áhugað kunnu senda eina umsókn við prógvum og møguligum viðmælum í seinasta lagi 20. november 2023.

Umsóknir kunnu sendast til jura@jura.fo. Um tit hava spurningar til starvið, kunnu tit venda tykkum til Helgu á Borg, adv. á tlf. 211810 ella Kristoffur Kristoffersen, adv. ft. á tlf. 210908.

Leinki til starvslýsing:

Advokatskrivstovan
Frúutrøð 4
Postboks 6

110 Tórshavn

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið