Almannaverkið
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
12. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Talan er um avloysarastørv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum ella Suðuroy.

Arbeiðsuppgávur
Eindin veitir í høvuðsheitum tænastur til likamliga skerd vaksin, fólk við seinheilaskaða og demens. Talan er um sambýli, umlætting og dagtilboð og stuðul í heiminum.

Harumfrat hevur eindin ábyrgd av øllum trivnaðartænastum í Suðuroy, t.e. sambýli, stuðul og dag- og umlættingartilboð á økjunum menningartarn, fjølbrek, likamligt brek, autisma og sosialpsykiatri.

Uppgávurnar eru ymiskar frá stað til stað, men felags fyri arbeiðið er, at tú hevur hug og hegni at fáast við menniskju, sum hava skerdan førleika. Talan kann vera um røktaruppgávur og ymiskar námsfrøðiligar uppgávur, har allar hava til endamáls at skapa ein góðan, gevandi og mennandi dag fyri tann einstaka.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið