Lýsing
Rannsóknarstovan søkir ein Bioanalytikara. Talan er um 0,8 brøk til setan 01.08.26 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.
Á Rannsóknarstovuni eru 4 sergreinar, klinisk biokemi, klinisk immunologi/blóðbanki,
klinisk mikrobiologi og klinisk genetik. Hýrar víku eru bioanalytikarar á læknamiðstøðunum
í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum bioanalytikari
- Góð samstarvsevni og fleksibilitet
- Fakligan áhuga
- Góðan telduførleika
- Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit
Vit bjóða eitt starv við:
- Einum gerandisdegi við fjølbroyttum og sjálvstøðugum uppgávum
- Góðum og skipaðum arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi
- Fakliga skikkaðum og virknun starvsfelagum
- Tvørfakligum samstarvi
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein,
leiðandi bioanalytikara, telefon
22 79 24
ella teldupost:
bara@ks.fo.
Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til:
umsokn@ks.fo
Á okkara heimasíðu
www.ks.fo
kanst tú lesa meira um okkum.
Umsóknarfreistin er 07.06.2026
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu ferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri
sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkragreinan og viðgerð við
skjótum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka
í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.