Bakkafrost
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
3. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær starv umborð á einum av skipum okkara, so eru tveir kjansir sum dekkari leysir at søkja – ein við “Bakkafossi” og ein við “Róland”.

Bakkafrost hevur 9 tænastuskip við ymiskum arbeiðsuppgávum. Tey sigla við smolti og tøkufiski, vaska nótir, avlúsa, og veita aðrar tænastur til alibrúkini í Føroyum og Skotlandi.

Førleikakrøv

  • Trygdarskeið
  • Heilsuprógv

Vangamynd
Tú hevur trygdarskeið og heilsuprógv, og harumframt kann tað vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og ert áhugaður í at arbeiða við djórum og djóravælferð. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú ert ábyrgdarfull/ur og vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarsamskipara, á tel 23 56 16, ella við t-brævi til jodh@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 3. mai 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk)

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið