Lýsing
Elektrikari til Sundsverkið
Vilt tú vera við til at tryggja øllum í Føroyum støðugan streym við haldgóðum rakstri og viðlíkahaldi á Føroya størsta elverki?
Vit sóknast eftir elektrikara til Sundsverkið.
Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW.
Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Starvið
Sum elektrikari fevna uppgávur tínar m.a. um:
- Viðlíkahald av inni- og uttanduraljósi
- Feilfinning í lágspenningsskipan á verkinum
- Uppsetan av nýggjum elútbúnaði
- Viðlíkahald av eltekniskum skipanum á Sundsverkinum
- Viðlíkahald/feilfinning av elútbúnaði tilhoyrandi stýrisskipan á verkinum
- Eftirkanning/royndir av elútbúnaði tilhoyrandi stýriskipan á verkinum
- Viðlíkahald/feilfinning av kameraskipan á Sundsverkinum
- Viðlíkahald/feilfinning av UPS’um og battaríum
Harumframt at hjálpa húsavørðinum við elútbúnaði og aðrar fyrifallandi uppgávur innan el.
Stundum er talan um uppgávur, tit sjálvi/r kunnu loysa, aðrar tíðir er neyðugt at lyfta í felag. Vit vænta, at øll eru fús at veita eina hjálpandi hond, har tað tørvar.
Koyrikort til persónbil er neyðugt.
Arbeiðstíðirnar eru kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag. Av og á kann yvirtíð væntast.
Tú
Tú ert útbúgvin elektrikari og hevur royndir innan fakið.
Vit leggja dent á, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran. Setanarøkið fevnir um framleiðslupartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri framleiðsluna.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Handverkarafeløgini.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara á Sundsverkinum, á telefon 286914.
Umsóknarfreistin er 5. juni 2026.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á:
starv@sev.fo
Viðmerk: elektrikari Sundsverkið
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.