LANDSVERK
Útgivið
8. december 2022
Útgongur
2. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk sóknast eftir dugnaligum verkfrøðingi ella byggifrøðingi til uppgávur innan byggi- og verkætlanarleiðslu. Innan byggileiðslu er uppgávan at stýra samlaðu byggitilgongdini við atliti til tíð, góðsku og búskap og skjalfesting av tí, umframt samskipan av felags virksemi á byggiplássinum. Hartil møguligar uppgávur innan verkætlanarleiðslu annars. Høvuðsuppgávan verður í sambandi við menning av kampus til Fróðskaparsetur Føroya á Frælsinum, ið fevnir bæði um høvuðsumvæling og nýbygging.

Vit vænta, at tú

  • Hevur útbúgving og royndir sum verkfrøðingur ella byggifrøðingur, royndir sum byggileiðari er týðandi fyrimunur
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum toymi
  • Hevur lætt at samstarva við ymsar fakbólkar, ráðgevar og arbeiðstakarar
  • Er virkisfús/ur og dugir at leggja til rættis
  • Hevur gott yvirlit og góða hugsavnan
  • Hevur góðan hug til at arbeiða við at menna og íverkseta nýggjar arbeiðshættir

Vit bjóða 

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum í eini deild, sum hevur nógv um at vera
  • Eitt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, umframt síðumansupplæring
  • Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum
  • Frælsi at leggja egið arbeiðið til rættis

Løn og setan
Starvið verður sett skjótast tilber. Talan er um fast starv fulla tíð, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð um tað ynskist. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og AKF. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 02. januar 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á tlf. 290 871 ella siva@lv.fo

 

Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur v.m. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi. 

Játtanin hjá Landsverk til íløgur í 2022 er 640 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 142 starvsfólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið