Lýsing
Vit sóknast eftir einum framsøknum vinnuráðgeva, ið hevur hug at gerast partur av roynda ráðgevingartoyminum á Vinnudeildini at byrja eftir nærri avtalu.
Um starvið
Sum vinnuráðgevi fært tú eitt fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum. Tín fremsti leiklutur verður at veita kundunum eina dygdargóða heildarráðgeving, sum altíð tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka kundanum.
Millum okkara kundar eru bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum, og eisini størri fyritøkur, sum hava allan heimin sum sítt virkisøki. Tú sleppur sostatt at arbeiða við ymiskum fyritøkum og vinnugreinum, sum ger gerandisdagin bæði spennandi og avbjóðandi.
Sí lýsing her