Lýsing
Menningarsamskipari til Visit Faroe Islands (farloyvisstarv)
Vilt tú vera við til at menna Føroyar sum ferðafólkaland?
Visit Faroe Islands hevur til endamáls at menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland. Hetta arbeiðið snýr seg um at menna eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu, skapa góðar upplivingar fyri bæði gestir og føroyingar og at tryggja, at ferðavinnan mennist í samljóði við føroyska samfelagið.
Nú søkja vit eftir einum menningarsamskipara, sum skal hjálpa okkum at fremja átøk, ið stuðla undir hetta arbeiði.
Um starvið
Sum menningarsamskipari verður tú ein týðandi partur av menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. Arbeiðið fevnir um tætt samstarv við kommunur, kunningarstovur, fyritøkur, almennar stovnar og aðrar áhugapartar í føroysku ferðavinnuni. Tú verður við til at menna hugskot og ætlanir, samskipa verkætlanir og tryggja, at átøk verða sett í verk. Tú fært m.a. ábyrgdina av at skipa fyri Closed for Maintenance í 2027.
Starvið er fjølbroytt og krevur, at tú bæði sært heildina og dugir at fáa ítøkiligar uppgávur avgreiddar. Tú skalt trívast við at skapa sambond, finna loysnir og arbeiða miðvíst fram móti felags málum.
Vit leita eftir tær, sum
- Dugir at síggja møguleikar, hugsa skapandi og finna loysnir.
- Ert fyrikomandi, jalig/ur og dugir væl at samskifta og samstarva við ymisk fólk.
- Arbeiðir sjálvstøðugt, tekur stig og fylgir upp á avtalur og uppgávur.
- Dugir at samskipa fleiri uppgávur og verkætlanir í senn og at raðfesta, tá nógv er at gera.
- Hevur góðar førleikar at orða teg munnliga og skrivliga.
- Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir, t.d. innan ferðavinnu, menning, samskipan ella verkætlanarleiðslu.
Vit bjóða tær
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú sleppur at mynda menningarverkætlanir innan ferðavinnuna.
- Avbjóðandi uppgávur við møguleika at menna teg fakliga og persónliga.
- Frælsi til at seta í verk menningarátøk saman við øðrum.
- Eitt lítið og fakliga sterkt toymi, har vit arbeiða saman um felags mál.
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi í hugnaligu hølunum í hjartanum av gomlu Havnini.
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarsett avloysarastarv í eitt ár. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Umsókn
Send umsókn, CV og viðkomandi prógv og viðmæli til info@visitfaroeislands.com ella til:
Visit Faroe Islands
Gongin 9
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er mikudagin 25. november.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Paula Helgason, menningarleiðara, á tlf. 556131 ella johanp@visitfaroeislands.com.