HúsHjálp
Útgivið
9. april 2024
Útgongur
21. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna økt virksemi og fyrispurningum úr Suðuroynni, hevur Húshjálp brúk fyri hjálp til ymiskar handverksligar uppgávur á oynni.

Tú samskipar arbeiðið sjálv/-ur, og tú kanst arbeiða saman við øðrum.

Enn er tímatalið ókent, men við marknaðarføring frá okkara síðu og ágrýtni frá tínari, so er líkt til at nokk verður at gera.

Tú skal helst hava útbúgving innan handverk, men vit fáa alskyns sløg av fyrispurningum, so tað eru ikki allar uppgávur, sum eru neyðugar at hava útbúgving innan.

Arbeiðið kann skipast eftir tínum tørvi, so tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit vegleiða fegin.

Um okkum
Húshjálp er ein fyritøka, ið veitir alskyns tænastur bæði til privat og vinnu. Sí www.hushjalp.fo fyri fleiri upplýsingar.

Vit vænta, at tú sum persónur er:

  • áhugaður í hesum konsepti, átekur tær uppgávur, sum førleiki er til og fremur uppgávuna við atliti at góðsku.
  • sinnaður at samskifta við kunda um aðrar møguligar fyrifallandi og avleiðandi uppgávur.
  • er fyrikomandi og jalig/-ur.
  • hevur umstøður at nýta bil og egin amboð.

Umsókn
Vit vilja fegin hoyra frá tær og tykkum, so tit eru vælkomin at senda eina stutta og greiða umsókn til okkum um teg og arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Sigurd Justinussen, tlf. 51 74 14 ella Christian Johannesen, tlf. 78 75 71.

Umsóknir skulu sendast til hushjalp@hushjalp.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tykkum

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið