FarCargo
Útgivið
6. december 2023
Útgongur
20. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv sum flogteknikari hjá FarCargo verður hervið lýst leyst at søkja.

FarCargo er nýstovnað føroyskt flogfarma-felag við sæti á Bakka á Glyvrum. Ætlanninar hjá FarCargo umfata flutning av flogfarmi úr Føroyum til USA og aftur til Føroya umvegis Billund í Danmark. Flogfarið verður av slagnum Boeing 757-200F og kemur at hava støð í Billund. FarCargo hevur ikki egið flogloyvi við byrjan, og flogið verður tískil undir flogloyvinum hjá West Atlantic Sweden. Dagliga viðlíkahaldið verður gjørt undir danska EASA-góðkenda viðlíkahalds-felagnum Aeroservice ApS (EASA.DK.145.0109), og kemur flogteknikarin sostatt at verða góðkendur undir og at arbeiða eftir mannagongdum og loyvum hjá Aeroservice.

Starvið
Arbeiði umfatar dagligt viðlíkahald av flogfarinum undir steðgi í FAE umframt feil-søking og -rætting. Teknikarin kemur at hava ábyrgdina av og røkta støðina, amboð og útgerð í FAE sambært galdandi mannagongdum og at innganga sum stuðul til og umsjónarfólk vegna FarCargo undir handlingini av flogfarinum í FAE, harumframt at loysa ymsar uppgávur í hesum sambandi. Eisini verður teknikarin partur av "Maintenance Control" toyminum við tilhoyrandi telefon-vakt, fyrireiking av arbeiði og hjálp til feilsøking á øðrum støðum. Arbeiði uppá onnur flogfør í FAE kann eisini gerast ein partur av uppgávuni.

Umsøkjarin skal vera tøkur at ferðast við flogfarinum sum "flying-spanner" umframt at arbeiða á øðrum støðum hjá Aeroservice/FarCargo eftir tørvi og nærri avtalu.

Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava EASA Part.66 AML við minst einari typu-góðkenning innan flogfør av slagnum Boeing, Airbus ella Embraer 170/190 og í minsta lagi 5 ára royndir innan viðlíkhald av hesum. Royndir við "Maintenance Control" eru ein fyrimunur. Viðkomandi skal vera tøk/ur at taka typu-skeið til B757 beinanvegin sum starvið byrjar. Hetta kann vera staðbundin undirvísing uttanfyri Føroyar, talgilt ella ein blanding av báðum. Umsøkjarin skal hava bústað í Føroyum ella flyta til Føroyar við starvssetan.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Andrew Djurhuus, tekniska leiðara, á tel. 22 21 81 ella við telduposti til andrewd@farcargo.fo.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 20. desembur 2023.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið