Lýsing
Varaskúlastjóri til Skúlan í Eysturkommunu
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu.
Farloyvisstarvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu verður lýst leyst til setan frá 1. august 2026 til 15. mai 2028.
Skúlastjórin hevur tikið sæti á Løgtingi, og tí skal fyrivarni havast í mun til, at farloyvisstarvið kann enda fyrr, um farloyvistíðarskeiði hjá verandi skúlastjóra verður stytt.
Virkað verður eftir galdandi reglum á setanarøkinum.
Í Skúlanum í Eysturkommunu eru um 270 næmingar.
Í Leirvík ganga næmingar í 0.–2. flokki.
Við Gøtugjógv ganga næmingar í 3.–7. flokki.
Skúlin hevur eisini tvær serstovur, eina í Leirvík og eina við Gøtugjógv til næmingar við serligum tørvi.
Í skúlanum starvast 26 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.
Harafturat skal viðkomandi duga at samstarva, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur eftir fyriskipan skúlastjórans.
Vit vænta, at tú:
- Ert opin og fyrikomandi
- Dugir væl at samskifta, finna loysnir og vera við til at fremja gott samstarv millum skúla og heim
- Hevur góðar KT førleikar
- Ert næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans
- Ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- Hevur gjørt tær greiðar tankar um, hví júst tú skal hava starvið
- Undir fráveru skúlastjórans hevur ábyrgdina av leiðslu skúlans
Tú kanst lesa meir um okkara trivnaðarætlan á heimasíðu skúlans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Umsøkjararnir kunnu hava leiðsluroyndir og leiðsluútbúgving, men tað er ikki eitt krav.
Løn og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum og við tænastu í Skúlanum í Eysturkommunu.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar við starvinum.
Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til:
Umsóknarfreist: 5. juni kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku K. Joensen, skúlastjóra:
Telefon: 730060
Teldupostur: aj1008g6@skulin.fo
Skúlin í Eysturkommunu
Samognarbøur 4, 520 Leirvík
Við Gjónna 4, 530 Gøta
Heimasíða:
www.skeyk.fo