Landssjúkrahúsið
Útgivið
26. maj 2026
Útgongur
30. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv, til Norðstreym/Vágar. Talan er um fast starv á brøki 0,8 til setan frá 01.09.26 ella skjótast tilber.

Her fært tú møguleikan at verða við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, ið fevnir um Norðstreym og Vágarnar.

Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og tveir sosialráðgevar. Aðru hvørja viku møtast vit andlit til andlit til konferensu, fakliga sparring og supervisión. Aðru hvørja viku hittast vit til fakligt forum og "stovugongd" á netinum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulæknar og onnur.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, "Samskapað psykiatri", har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.

Vit virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber.

Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og viðtalum á skrivstovuni. Vit brúka somuleiðis telefonviðtalur og viðtalur á netinum umvegis Teams.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið