Skúlin á Trøðni
Útgivið
26. maj 2026
Útgongur
10. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Ynskir tú at arbeiða í einum mennandi og fakliga sterkum sernámsfrøðiligum umhvørvi? Ynskir tú at gera mun í gerandisdegnum hjá børnum og ungum við serligum tørvi?

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara toymi.

Lýst verður eftir

  • Einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað fulltíðarstarv til skúlaárið 2026/27
  • Tveimum námsfrøðingum fulla tíð – føst størv
  • Einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 31. des 2026, vegna barsil
  • Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í starv sum hjálparfólk

Skúlan á Trøðni

Skúlin á Trøðni er ein serskúli í Havn, ætlaður børnum og ungum við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár – í serligum førum til 21 ár. Skúlin virkar sambært løgtingslóg um serskúla og tekur ímóti næmingum úr øllum landinum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í vanligum skúlaumhvørvi.

Undirvísingin í skúlanum verður skipað við støði í tørvi og fortreytum hjá tí einstaka næminginum. Vanliga eru 2–4 næmingar í hvørjum flokki, og frálæran verður skipað í tøttum samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar. Mál okkara er at menna næmingarnar fakliga, sosialt og persónliga – og at gera teir so sjálvbjargnar og sjálvstøðugar sum gjørligt.

Vit leggja stóran dent á góðan trivna og eitt umhvørvi, har næmingar og starvsfólk kenna seg væl og eru partur av einum felagsskapi, ið byggir á álit, tolsemi og virðing.

Vit arbeiða miðvíst við at:

  • menna næmingar fakliga, sosialt og persónliga
  • styrkja sjálvbjargni og sjálvstøði
  • skapa eitt tvørfakligt umhvørvi við trygd og menning í hásæti

Um starvið

Sum starvsfólk í Skúlanum á Trøðni arbeiðir tú sera tætt saman við tínum starvsfeløgum í dagliga virksemi skúlans. Tú verður eisini ein týðandi partur av arbeiðinum í at menna einstaka næmingin og at skapa ein sunnan og inkluderandi felagsskap.

Arbeiðið fevnir m.a. um:

  • at stuðla næmingum í læru og menning
  • at menna sosialar og persónligar førleikar
  • at vera við til at skapa struktur og tryggar karmar í skúlanum
  • at luttaka í fakligum og tvørfakligum samstarvi

Vit ynskja okkum, at tú:

  • hevur áhuga fyri, og møguliga royndir við, at arbeiða við børnum og ungum við serligum tørvi
  • hevur góð samstarvsevni
  • dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • arbeiðir við tolni, nærveru og virðing
  • hevur áhuga í fakligari menning
  • tosar og skilir føroyskt

Vit bjóða:

  • eitt spennandi og týdningarmikið starv
  • eitt fakliga sterkt arbeiðsumhvørvi
  • tøtt samstarv við dugnaligar starvsfelagar
  • møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning
  • eitt arbeiðspláss, har trivnaður og felagsskapur eru í hásæti

Trivnaður, tryggleiki og felagsskapur eru grundarlagið undir øllum okkara arbeiði.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett samsvarandi galdandi sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Tann, ið settur verður í starv, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsókn

Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu sendast til:
sat@sat.fo, merkt «starv, námsfrøðingur».

Umsóknarfreist: 10. juni 2026 kl. 12.00

Meira at vita

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við:

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra
Tlf. 283213

Setanarsamrøður

Setanarsamrøður verða hildnar stutt eftir umsóknarfreistina.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið