Lýsing
Psykiatriska innleggingardeildin P40 á Landssjúkrahúsinum søkir eftir heilsurøktarum og heilsurøktaranæmingum at arbeiði 3. hvørt vikuskifti.
Á P40 taka vit ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur. Vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur leggur sítt íkast til við síni útbúgving, vitan og royndum, fyri at stuðla undir rehabilitering og recovery hjá innløgdum sjúklingum.
Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásurin í gerandisdegnum á deildini. Harumframt arbeiða vit málrættað við átakinum Safewards, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbeiðsumhvørvi og styrkir trygd og trivnað hjá bæði sjúklingum og starvsfólki. Eisini arbeiða vit við støðugari menning av røkt og viðgerð við støði í betranarháttinum Quality Improvement.
Eitt av okkara týdningarmestu málum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týðandi partur av tilgongdini.